You are here: Home Koyrikortið Koyrikort

Koyrikort

Koyrikort

Ongin persónur kann vera handhavi av meira enn einum koyrikorti, útgivið í Føroyum, Norra, Íslandi ella landi, sum er limur í Evropeiska Samveldinum, ella í einum landi, ið eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 91/439/EØF um koyrikort.

Lond í Evropeiska Samveldinum TRÝST HER

Koyrikort kann verða givið persóni, ið við eini roynd vísir at hava nóg góð koyrievni og neyðugan kunnleika til akfarið og tess viðferð, umframt neyðugan kunnleika til ferðslureglurnar Koyrikort kann bert verða givið persónum, sum hava vanligan bústað í Føroyum,  Henda avmarking verður ikki nýtt við útgávu av ferðafólkakoyrikorti sbrt. § 80.
Umsókn um koyrikort verður latin Akstovuni.
Við umsóknini skal vera:
1) ein vællíknandi fotomynd (hattleys portrettmynd, ) í stødd 35 x 45 mm. Myndin skal vera á haldgóðum, vanliga tunnum myndapappíri, egnað til ljóslestur og við ongum innsigli ella líknandi á.
2) eitt alment samleikaprógv, so sum
  a) áður útgivið koyrikort
  b) galdandi pass, harav samleiki umsøkjarans er týðiliga sjónskur, ella
  c) uppruna dóps-, navna- ella føðibræv.
3) eina læknaváttan
 
Hevur umsøkjarin ikki danskan ella norðurlendskan ríkisborgararætt, skal harafturat saman við umsóknini vera uppihaldsloyvi ella uppihaldsprógv, uttan so, at viðkomandi lógliga kann halda til í Føroyum uttan loyvi. Um so er, at Akstovan metir tað vera neyðugt, kann skjalprógv verða kravt fyri, at umsøkjarin hevur vanligan bústað í Føroyum ella prógv fyri, at umsøkjarin í minsta lagi hevur verið 6 mánaðir í Føroyum sum lesand Umsøkjarin váttar undir revsiábyrgd sbrt. revsilógini § 163, við undirskrift síni á umsóknarblaðið, at hann, tá søkt varð um koyrikort:
1) ikki hevði annað koyrikort, útgivið í Føroyum, Norra, Íslandi ella einum landi, sum er limur í Evropeiska Samveldinum, ella í einum landi, ið eftir avtalu við ES hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins 91/439/EØF um koyrikort, ella
2) ikki var undir avmarkingum ella var frádømdur rættin til koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til í einum landi, nevnt í nr. 1.

Akstovan kann loyva, at umsøkjari hevur klæði á høvdinum á myndini, um so er, at umsøkjarin av átrúnaðarligum orsøkum biður um hetta.
Um so er, at tað verður mett neyðugt, kann Akstovan krevja enn betri skjalprógv fyri samleika umsøkjarans.
 
Vanligur bústaður
Vanligur bústaður er í hesi kunngerð tað stað, har persónurin vanliga heldur til í minsta lagi 185 dagar í einum kalendaraári, orsakað av persónligum ella vinnuligum tilknýti. Er viðkomandi persónur uttan vinnuligt tilknýti, skal eitt persónligt tilknýti vera, sum vísir, at tað er eitt tætt samband millum viðkomandi og staðið, har hann býr. 
Vanligur bústaður verður viðurkendur, tá ein persónur hevur búsett seg í Føroyum við tí ætlan at lúka eina av treytunum, nevndar í stk. 1. 
Persónur, sum bert hevur vinnuligt tilknýti við Føroyar, verður mettur at hava vanligan bústað í tí landi, har viðkomandi hevur persónligt tilknýti, um so er, at viðkomandi við jøvnum millumbilum fer aftur hartil. Tað verður tó ikki kravt, at síðstnevnda treyt er lokin, um viðkomandi heldur til í Føroyum við tí ætlan at virka í einum tíðaravmarkaðum starvi. 
Upptøka á útbúgvingarstovni førir ikki av sær sjálvum við sær, at viðkomandi fær vanligan bústað í Føroyum

 

Tilmelding

(Skriva: mánað/dato/ár)
Taxa

Taxa

Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning gevur rætt til at koyra vanligan persónbil (Bv), við tí ætlan at føra vinnuligan fólkaflutning.

Fystuhjálparskeið

Fystuhjálparskeið

Fyrsta hjálpar skeiði er eitt 8 tíma fyrsta hjálpar skeið, nevniliga 4 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni sum øll ið taka koyrikort skulu taka.

RF-skeið

RF-skeið

Rúsdrekka- og ferðsluskeið - Verður koyrirætturin frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, skal viðkomandi, áðrenn endurtøka kann fara fram ...