You are here: Home Royndir Teoriroynd

Teoriroynd

Ástøðisroynd (Teoriroynd)

Ástøðisroyndin verður framd sum lýst niðanfyri.

Dømingarskipanin er teldutøk. Tað vil siga, at næmingurin á telduskerminum sær ein mynd við eini ferðslustøðu, samstundis sum lisið verður upp í hátalara, hvat ferðslustøðan snýr seg um. Tríggir ella fýra spurningar í hvørji mynd verða síðan lisnir upp í hátalaranum og næmingurin fær umleið 10 sekund at svara antin “ja” ella “nei” uppá hvønn spurningin við músini á telduskerminum. Tá tíðin er farin, kemur næsta mynd fram á telduskermin og svarini til undanfarnu mynd, verða skrásett í telduskipanini. Samlaða tíðin at lesa upp og svara upp á spurningarnar í 25 myndum, er umleið 30 minuttir.

Tá ástøðisroyndin er gjøgnumførd, er úrslitið av royndini tøkt beinanvegin og næmingurin fær beint eftir royndina útflýggja eitt metingarblað, har tað framgongur um royndin er staðin ella ikki staðin og hvar í frálæruætlanini møguligir feilir eru skrásettir. Er feilur skrásettur í fleiri enn 5 myndum, er royndin ikki staðin.

Á koyriskúlanum hava vit javnan líknandi royndir, fyri at tú skal vera so væl fyrireikaður sum gjørligt.

Tú kanst gera royndir her: http://teoriroynd.fo/

Tilmelding

(Skriva: mánað/dato/ár)
Taxa

Taxa

Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning gevur rætt til at koyra vanligan persónbil (Bv), við tí ætlan at føra vinnuligan fólkaflutning.

Fystuhjálparskeið

Fystuhjálparskeið

Fyrsta hjálpar skeiði er eitt 8 tíma fyrsta hjálpar skeið, nevniliga 4 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni sum øll ið taka koyrikort skulu taka.

RF-skeið

RF-skeið

Rúsdrekka- og ferðsluskeið - Verður koyrirætturin frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, skal viðkomandi, áðrenn endurtøka kann fara fram ...