You are here: Home Koyrikortið Hýrivognur

Hýrivognur

Áteknan av hýrivognskoyring 

Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning gevur rætt til at koyra vanligan persónbil (Bv), við tí ætlan at føra vinnuligan fólkaflutning. Tá ið umsókn um víðkan til vinnuligan fólkaflutning verður latin Akstovuni, skal hon vera undirskrivað og dagfest av umsøkjara og av koyrilærara, um hesin samstundis instillar umsøkjaran til roynd. Umsøkjarin ella í hansara stað koyrilærarin, verður kunnaður um at biðið verður um revsiváttan frá fútanum og at umsøkjarin ikki sleppur til ástøðis og verkliga roynd, fyrrenn revsiváttan fyriliggur og er viðgjørd av Akstovuni.

Koyrikort til motorakfar, sum er nýtt til vinnuligan fólkaflutning er vanliga galdandi í 5 ár frá degnum tað er givið.

Koyrikort til Bv verður latið einum persóni sum er 21 ár og javnan í minst 1 ár hevur koyrt bil. Vinnuligi persónbilurin skal í mesta lagi hava 9 sessur íroknað førarasessin og við eini loyvdari totalvekt ikki yvir 3.500 kg.

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Umsókn har bæði næmingur og lærari vátta á umsókina.
  • Væltroffin passmynd. (hattleys)
  • Dóps- ella navnabræv.
  • Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
  • Fyrstuhjálparprógv í ferðslu
  • Gjalda kr. 800  til Akstovuna (fyri ástøðis og verklig roynd samt útgávu av koyrikorti).

Tilmelding

(Skriva: mánað/dato/ár)
Taxa

Taxa

Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning gevur rætt til at koyra vanligan persónbil (Bv), við tí ætlan at føra vinnuligan fólkaflutning.

Fystuhjálparskeið

Fystuhjálparskeið

Fyrsta hjálpar skeiði er eitt 8 tíma fyrsta hjálpar skeið, nevniliga 4 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni sum øll ið taka koyrikort skulu taka.

RF-skeið

RF-skeið

Rúsdrekka- og ferðsluskeið - Verður koyrirætturin frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, skal viðkomandi, áðrenn endurtøka kann fara fram ...