Motorsúkklu

Koyrikort til bólk A (lítil motorsúkkla) gevur rætt at koyra

  • Tvíhjólaða motorsúkklu uttan síðuvogn, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni í mesta lagi er 0,16 kW/kg. Tað er samstundis ein treyt, at motorsúkklan hevur eina motororku, sum í mesta lagi er 25 kW.
  • Tvíhjólaða motorsúkklu við síðuvogni, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni í mesta lagi er 0,16 kW/kg.
  • Tríhjólaða motorsúkklu
  • Motorsúkklu, hvørs slagvolumen í mesta lagi er 50 cm3, og sum hevur eina konstruktivt ásetta ferð uppá í mesta lagi 45 km/t.
  • Koyrikort til lítla motorsúkklu kann vera latið persóni, ið hevur fylt 18 ár

Koyrikort til bólk A (stór motorsúkkla) gevur rætt at koyra

  • Tey omanfyri nevndu akfør
  • Tvíhjólaða motorsúkklu uttan síðuvogn, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni er meira enn 0,16 kW/kg, ella sum hevur eina motororku, ið er meira enn 25kW.
  • Tvíhjólaða motorsúkklu við síðuvogni, har lutfallið millum motororku og eginvekt við ískoyti av vatni, olju og brennievni er meira enn 0,16 kW/kg
  • Koyrikort til stóra motorsúkklu kann vera latið persóni, ið hevur fylt 21 ár, ella í minsta lagi hevur 2 ára royndir sum førari av lítlari motorsúkklu.

Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd

 

Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:

  • Umsókn um koyrikort.
  • Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir )
  • Dóps- ella navnabræv
  • Væltroffin passmynd. (hattleys)
  • Gjalda kr: 550.

Umsøkjarin verður stillaður inn av einum góðkendum koyrilærara, har báðir vátta á serstakt øki á umsókini.

 

Teir kravdu skúlatímarnir eru skipaðir soleiðis:

  • 26 skúlatímar í ástøði (teori)
  • 4 skúlatímar í venjing á hóskandi venjingarøki
  • 14 skúlatímar í venjing á vegi

 

Koyrifrálæra á motorsúkklu

Tilmelding

(Skriva: mánað/dato/ár)
Síðstu trý tølini
Taxa

Taxa

Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning gevur rætt til at koyra vanligan persónbil (Bv), við tí ætlan at føra vinnuligan fólkaflutning.

Fystuhjálparskeið

Fystuhjálparskeið

Fyrsta hjálpar skeiði er eitt 8 tíma fyrsta hjálpar skeið, nevniliga 4 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni sum øll ið taka koyrikort skulu taka.

RF-skeið

RF-skeið

Rúsdrekka- og ferðsluskeið - Verður koyrirætturin frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, skal viðkomandi, áðrenn endurtøka kann fara fram ...