You are here: Home Koyrikortið Um koyrikort

Um koyrikort

Í bilinum
Tann verkliga royndin í bilinum er týdningarmest; men hollur ástøðiligur kunnleiki er eisini neyðugur, og má tí roynd verða í honum eisini.

Í teirri verkligu  royndini skal tú vísa, at tú er førur fyri at koyra bilin á tryggan hátt í øllum vanligum ferðsluviðurskiftum, har royndin verður hildin.

Royndin varir vanliga umleið 45 min. Tú skal koyra eftir teimum ávísingum, maðurin frá Akstovuni gevur. Hesar skulu vera givnar í so góðari tíð, at tú fær tíð at fata og skilja tær og náa at umráða teg og gera tað ávísta. Royndin verður mett sum ein heild, soleiðis at einstakir smærri skeivleikar ikki av sær sjálvum gera, at royndin ikki verður staðin.

Tú verður kunnaður um úrslitið av koyringini beinanvegin. Tey sum ikki standa royndina, fáa at vita, hvørjir skeivleikar ella manglar vóru orsøk til úrslitið.

Tilmelding

(Skriva: mánað/dato/ár)
Taxa

Taxa

Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning gevur rætt til at koyra vanligan persónbil (Bv), við tí ætlan at føra vinnuligan fólkaflutning.

Fystuhjálparskeið

Fystuhjálparskeið

Fyrsta hjálpar skeiði er eitt 8 tíma fyrsta hjálpar skeið, nevniliga 4 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni sum øll ið taka koyrikort skulu taka.

RF-skeið

RF-skeið

Rúsdrekka- og ferðsluskeið - Verður koyrirætturin frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, skal viðkomandi, áðrenn endurtøka kann fara fram ...