Umbýti av útlendskum koyrikortum
Persónar sum taka bústað her á landi, og sum hava eitt gyldugt koyrikort tikið í einum ES-landi, Norra ella Ísland fáa koyrikort umbýtt til eitt tilsvarandi føroyskt, uttan at koma til eftiransandi koyriroynd.
Listi yvir ES lond, hvørs koyrikort kunnu býtast um, uttan at umsøkjarin fer til eftiransandi koyriroynd:
Belgia | Lettland | Slovenia |
Bulgara | Litava | Spania |
Cypern | Luxembourg | Stóra Bretland |
Danmark | Malta | Svøríki |
Estland | Holland (Nederland) | Tjekkoslovakia |
Finnland | Polen | Týskland |
Frankaríki | Portugal | Ungarn |
Grikkaland | Rumenia | Eysturríki |
Írland | Slovakia | |
Italia |
Treytirnar eru altíð, at útlendska koyrikortið er gyldugt.
Persónar úr øðrum londum, sum ikki eru nevnd omanfyri, skulu til eina eftiransandi koyriroynd (ástøðis og verkliga roynd) á Akstovuni áðrenn koyrikortið kann verða umbýtt.
Tað er ikki neyðugt hjá viðkomandi at verða innstillaður av einum koyriskúla fyri at koma upp til roynd, men um næmingurin ikki stendur ástøðisroynd, skal ein koyriskúli stillað viðkomandi inn av nýggjum.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna
- Útlendska koyrkortið
- Umsókn har umsøkjarin váttar á umsókina.
- Neyðugt samleikaprógv.
- Væltroffin passmynd. (hattleys)
- Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
- Gjalda kr: 550.
Handhavi av einum koyrikorti, útvegað í Grønlandi tann 1. januar 1995 ella seinni kann bert umbýta hetta við eitt samsvarandi føroyskt koyrikort um so er, at viðkomandi stendur eina eftiransandi koyriroynd. (ástøðis og verkliga roynd)
Er Grønlendska koyrikortið útgivið áðrenn 1. januar 1995, skal viðkomandi ígjøgnum tað somu mannagongd, sum tá ið ein næmingur skal taka koyrikort fyrstuferð.