Bólkur B gevur rætt til at koyra:
- Persónbil við hægst 8 sessum umframt førarasessinum og eini totalvekt ikki yvir 3.500 kg.
- Vørubil við eini totalvekt ikki yvir 3.500 kg.
- Persónbil ella vørubil við íkoplaðum viðfestivogni við eini loyvdari totalvekt ikki yvir 750 kg.
- Persónbil ella vørubil við íkoplaðum viðfestivogni við eini loyvdari totalvekt yvir 750 kg., um totalvektin á bili og viðfestisvogni samanlagt ikki fer upp um 3.500 kg.
- 3 hjólaða motorsúkklu.
- Traktor og arbeiðsamboð.
- Motorsúkklu, hvørs slagvolumen í mesta lagi er 50 cm3 og sum hevur eina konstruktivt ásetta ferð, sum í mesta lagi er 45 km/t.
Persónur skal hava fylt 18 ár fyri at fáa koyrikort, men sleppur til ástøðisroynd ein mánað áðrenn viðkomandi er 18 ár. Næmuringin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovan:
- Umsókn.
- Læknaváttan. (ikki eldri en 3 mánaðir)
- Dóps- ella navnabræv. ella um so er, tílík váttan ikki kann ella illa kann útvegast, so onnur nóg góð váttan fyri identitet og aldur.
- Væltroffin passmynd, stødd 35×45 mm (hattleys portrettmynd)] myndin skal undirskrivast á baksíðuni av tínum lækna.
- Fyrstuhjálparprógv í ferðslu
- Gjalda kr. 800 til Akstovuna (fyri ástøðis og verklig roynd samt útgávu av koyrikorti).
Teir kravdu skúlatímarnir eru skipaðir soleiðis:
- 26 skúlatímar í ástøði (teori)
- 4 skúlatímar í venjing á hóskandi venjingarøki
- 18 skúlatímar í venjing á vegi