Tað er Norðurlendska Ferðslutrygdarráðið, NTR, ið er norðurlendski meginfelagsskapurin fyri ferðslutrygdarráð, ið hevur tikið stig til umfatandi kanningina. Líknandi kanningar hava áður verið gjørdar í Svøríki og Finlandi, men hesaferð eru Noreg, Danmark, Ísland og Føroyar eisini við. Kanningin er samstundis víðkað til at fevna um fleiri evni.
Á spurnarblaðnum skulu 55 spurningar svarast. Evnini í spurnarblaðnum eru fjølbroytt og fevna m.a. um ferð, rúsdrekka og koyring, trygdarbelti, fartelefon, møði, børn í ferðsluni, súkkluhjálmar, endurskin, frálæru og ferðavanar. Flestu spurningarnir eru skipaðið sum útsagnir, har tann, ið svarar, skal krossa av frá 1-5, hvussu samdur hann er við útsøgnini.
Tað verður spennandi at síggja, hvussu føroysku ferðsluhugburðurin er í mun til hini norðurlondini. (rff.fo)