Helst Føroya besti koyriskúli
- síðan 2010!
Tað at ogna sær eitt koyrikort er ein spurningur um álit, sama um tú er 18, 24, 37, 55 ella eldri.
Mínir næmingar skulu vera teir bestu og standa royndirnar fyrstu ferð.

Her kanst tú taka koyrikort til persónbil, motorsúkklu, hýruvogn, eftiransandi, endurtøku, koyriforboð, Rúsdrekka– og ferðsluskeið (RF-skeið) og fyrstuhjálp í ferðsluni.
Hagtølini á Akstovuni vísa, at KOYRILÆRARIN/Benny Ejdesgaard hevur lægsta dumpiprosentið í Føroyum. Hetta er eisini ágrýtnum næmingum at takka fyri.
2021 er aftur eitt ár við heilt einastandandi úrslitum. Hagtølini peika beint uppeftir, bæði í teori og koyring.

Eg trúgvi, at tað er av størsta týdningi fyri teg, at vit stremba eftir tí besta. Tað vil siga tá ið upplæringin er av, er hugburður, kunnleiki og kynstur so gott, at tú ferðast trygt í ferðsluni.
Her klára øll tað
Í roynd og veru klára flestu av mínum næmingum teori -og koyriroyndina fyrstu fer, tað eftir eina holla undirvísing.

Álítandi frálæra
Tað er ikki av tilvild, at mín koyriskúli ber orð fyri at vera fremstur tá tað ræður um at veita eina álítandi og álvarsama undirvísing í teori og koyring. Her verður eingin skumpaður ígjøgnum undirvísing, bert fyri tí fyri eyga at klára teori-royndina skjótast gjørligt. Tað ræður um eina góða og álítandi frálæru.

Øll kunnu verða við
Undirvísingin er hátta soleiðis at øll kunnu vera við, óansæð aldur og kyn.

Eftir undirvísingina verður tú:
- So tryggur sum gjørligt
- Til so lítlan ampa fyri onnur sum gjørligt
- Førur fyri at koyra trygt í ferðsluni