Tað eru nógvir føroyingar, sum fara við bili í onnur lond at ferðast í summar. So her eru 10 góð ráð til bilferiuna.
1. Pakka bara tað sum er neyðugt.
Ein bilur sum er fermdur við ov nógvum er ikki hugnaligur at sita í. Ov nógvur farmur hevur við sær vaksandi nýtslu av brennievni. Ein boks uppi á takinum, gevur meira vindmótstøðu, og tú brúkar upp til 15 prosent meira brennievni.
2. Kanna dekkini, áðrenn tú koyrir avstað.
Manglandi luft í dekkinum hevur við sær, at koyrieginleikarnar vera verri og økir um nýtsluna av brennievni. Mangar 20 prosent av luft í dekkinum, økir nýtslan av brennievni við 5 til 10 prosent.
3. Ver framskygdur.
Eisini á longum strekkjum er umráðandi at vera framskygdur og halda eyga við ferðsluni.
4. Brúka kort ella GPS, so tú umgangur at villast.
5. Umgang aggressiva koyring
6. Gev tær góða tíð til feriuna
Tú sparir upp til 60 prosent av brennievninum við at koyra 120 og ikki 160 kilometrar um tíman á motorvegnum.
7. Legg frammanundan til rættis hvar tit skulu gista.
8. Ger bilin kláran til feriuna. Far á verkstað, áðrenn tit fara heimanífrá.
9. Brúk einans aircondition, tá tað er neyðugt.
Aircondition er ein orkuslúkari . Tú økir nýtslan av brennievni upp til 15 , tú nýtur aircondition.
10. Koyr í fimta geari, tá tú hevur møguleikan.
Við at koma skjótt upp í gear, sparir tú brennievni.
www.koyrilararin.fo