Við einari ferð upp ímóti 160 km/t. royndi ein 11-ára gomul genta frá Albama at koyra undan løgregluni.
Talan er um eina heilt unga gentu, einans 11-ára gomul og hon var nógv ávirkað av rúsdrekka.
Løgreglan fekk sambært Reuters Bureau eyga á ein Chevrolet Monte Carlo, sum koyrdi alt ov skjótt ígjøgnum baðibýin Orange Beach.
Løgreglan brúkti blunkljósini, fyri at fáa bilføraran at steðga, men ístaðin seti bilførarin ferðina upp til 160 km/t. ígjøgnum býin.
Aksturin endaði, tá gentan aftanfyri rættið rendi inn á síðuna á einum øðrum bili sum síðani endaði á síðuni.
Tá Løgreglumenninir komu fram á bilin kundi teir staðfesta, at bilførarin einans var ein 11-ára gomul genta, og eftirfylgjandi kundu teir eisini staðfesta, at hon var full.
Gentan var heppin og fekk ikki álvarsligt mein av ferðsluvanlukkuni.
Eftir hendingina varð hon koyrd heim til húsa, men hon verður ákærd fyri fleiri brot á lógini.
Eigarin av bilinum er onkur av familjuni til gentuna. Hvar hon hevði fingið fatur á rúsdrekkanum, er politiið við at finna út av. (be)