Motorsúkkluførari koyrdi 261 kilometrar um tíman
Tað kostaði einum førara av eini motorsúkklu ikki bara frádøming av koyrikorti og eina bót, men eisini fongsulsrevsing í ein mánað, at hann koyrdi gjøgnum Norðoyatunnilin við eini ferð sum varð máld til 261 kilometrar um tíman.
Skerpandi umstøður gjørdu seg galdandi, tí løgreglan var í tunnlinum og gjørdi ferðslukanningar henda dagin, og motorsúkklan við tí nógvu ferðini mundi rent á ein politist.
Tí var ikki bara ferðslulógin, men eisini revsilógin tikin fram, tá maðurin skuldi hava dóm. (uf)