Tilmelding her á síðuni ella við at ringja á 737475.
Lógin áleggur øllum komandi bilførarum at hava fyrsta hjálparaskeið í ferðslu. Hetta er eitt 7 tíma fyrsta hjálpar skeið, nevniliga 3 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni sum øll ið taka koyrikort skulu taka.
Tú lærur hvat tú skal gera um eitt óhapp hendur í ferðsluni, hvussu tú gevur lívsbjargandi fyrstu hjálp, hvat tú skal gera við ein skaða og hvussu tú tálmar eini vanlukku og forðar at onnur koma til skaða.
Tá skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni er framt, verður skriva eitt skeiðsprógv á góðkent oyðublað.
br />Kostnaður fyri skeiðið er kr. 600,-
strong>Skeiðstað: Hoyvíksvegur 61, 100 Tórshavn
Tilmeldig her á síðuni.
(á myndini Gurli og Marianna)