69% vilja varðveita promillumarkið
Í oktober luttóku 75 persónar í spurnarkassanum her á síðuni har spurningurin var.
“Hvat heldur tú um promillumarkið ?” Svarmøguleikarnir vóru: 1) Værveita prolillumarkið á 0,5 og 2) Seta promillumarkið niður á 0,2
69 % svaraðu, at promillumarkið ikki skal lækkast úr 0,5 niður í 0,2.
69% er eitt høgt tal tá eitt av fremstu tilmælinum frá Ráðnum fyri ferðslutrygd fyri at røkka nullhugsjónini, er at lækka promillumarki úr 0,5 niður í 0,2. (be)