8. flokkar í Føroyum

Endamálið við dagsskeiðinum er at fáa næmingin at skilja, hvussu nær vandanum hann í veruleikanum er, og at tað ikki bara eru “hini”, sum kunnu koma fyri álvarsligari ferðsluvanlukku. Hetta verður m.a. gjørt, við at fólk, ið hava upplivað ferðsluvanlukku, greiða frá úr egnum barmi. Eisini verður við filmum og myndum roynt at lýsa, hvussu ógvusliga náttúru-kreftirnar leika í, tá ið illa vil til.

Undirvísingin fer fram fríggjadagar í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Ferðslutrygd skipar fyri flutninginum fyri skúlarnar uttan fyri Havnina – og rindar hann eisini.

Bakgrund og innihald: Aldursbólkurin 15 til 24 ár umboðar einans um 20% av fólkatalinum, men eigur ein munandi størri part av teimum, sum eru deyð í ferðsluni. Næmingarnir í 8. flokkunum eru 14 ella 15 ára gamlir og eru tí hvørki bilførarar og eiheldur koyra teir prutl – í øllum førum áttu teir ikki at gjørt tað! Men veruleikin er tann – tað prógva hagtølini – at eisini í 14-15 árs aldrinum koma ungdómar fyri álvarsligar ferðsluvanlukkur. 

Á dagsskeiðinum er ikki ætlanin at nýta moralska fremstafingurin. Heldur verður roynt at seta avleiðingarnar av ferðsluvanlukkum í brennidepilin: tað dýrabara, óskadda í mun til tað brotna og syndraða, – hitt ljósa og vónríka unga sinnið í mun til tað døkka og vónbrotna. Roynt verður ikki einans at tala til vit og skil, men eisini til kenslurnar. Málið er at geva eina sterka uppliving, sum setur seg í mergin og á henda hátt at ávirka til ein skilagóðan hugburð. (be)

Scroll to Top