Skelti eru nú uppsett við parkeringsøki á Skálatrøð um at parkeringin nú er avmarkað til 8 tímar. Á parkeringsøkinum við J. Paturssonargøtu er tíðaravmarkingin 4 tímar.
Parkeringsvørðarnir leggja í hesum døgum áminningar undir viskararnar á bilum, sum hava staðið ov leingi, men seinni verða bøtur givnar.
í framtíðini er neyðugt at minnast til at stilla parkeringskivuna á hesum parkeringsøkjum.