Í koyristóli á motorvegnum
Ein 93 ára gamal maður koyrdi seinnapartin sunnudagin á motorvegnum í Norra í einum elektriskum koyristóli. Tá løgreglan steðgaði honum, ánaði hann ikki hvar hann var.
Løgreglan í Rogaland í Norra var sunnudagin seinnapartin niðurringd av bilførarum, sum høvdu sæð ein eldri mann koyra runt á motorvegnum Akfari tann 93 ára gamli maðurin sat í, var einki minni enn ein elektriskur koyristólur, sum spakulig og rættiliga ótrygt koyrdi millum bilarnar. Tað skrivar Aftenbladet.no.