Bremsuskipan avgerandi fyri dekkval

 

Sum tummilfingraregla kann í hesum føri staðfestast, at tað er bremsuskipanin í tí einstaka bilinum, sum eigur at vera avgerandi fyri valið av dekkum. Hevur tú ein eldri bil, sum bert hevur vanligar bremsur ella í frægasta føri eina *ABS-bremsuskipan, so eru vetrardekk við píkum tað tryggasta valið, um bilurin skal vera egnaður at koyra við í hálku. Hetta vísir ein nýggj og umfatandi svensk kanning. Hevur tú hinvegin ein nýggjari bil við **ESP-skipan, so vísir sama kanning, at tað  ikki hevur sama týdning, um tú velur vetrardekk við píkum ella ikki. Flestu bilar upp til fimm ára aldur, eru seldir við ESP-skipan sum standardútgerð. Hetta er sjálvandi vert at tryggja sær hjá tí einstaka bilføraranum í sambandi við bilkeyp.

Sambært kanningum hjá Landsverki seinnu árini eru tað alsamt fleiri bilførarar í Føroyum, sum velja vetrardekk fram um píkadekk. Øll vetrardekk eru betri enn summardekk um veturin, tí summardekk eru gjørd úr slíkum tilfari sum harðnar, tá tað er kalt. Tí eiga øll at nýta vetrardekk ella píkadekk, tá kuldastigini standa fyri durum. Í Føroyum er tað loyvt at koyra við píkadekkum í tíðarskeiðnum frá 16. oktober til 30. apríl.

Í sambandi við deyðsvanlukkur er í svensku kanningini ikki staðfestur munur á, hvørji dekk eru tey røttu at nýta (vetrar ella píkadekk), tá tað ikki er hált á vegnum. Tað vil siga, um vegurin antin er turrur ella vátur.

(Fakta)
*ABS = Anti Block System
Hendan bremsuskipanin ber í sær, at hjólini ikki læsast, tá trýst verður brádliga á bremsunar, óansæð hvussu harðliga, bremsað verður. Hetta er ein stórur fyrimunur, tí tá hjólini læsast, fær førarin ikki stýrt bilinum, og bremsulongdin økist. Í dag hava helst oman fyri 90 prosent av øllum skrásettum akførum í Føroyum ABS-bremsur, og í øllum nýggjum persónbilum er hendan bremsuskipanin standardútgerð.

**ESP = Electronic Stability Control
Hendan skipanin ger tað lættari hjá bilføraranum at hava tamarhald á bilinum, um hann fær lyndi til glíða ella sveiggja. Í vandamiklum støðum syrgir ESP-skipanin harafturat fyri at stytta um bremsulongdina. Teir allarflestu nýggju bilarnir verða í dag seldur við ASB og ESP skipanum sum standardútgerð. (landsverk.fo)

Scroll to Top