Fyribils hava bert tvey akfør neyðugu útgerðina at leggja út saltlaka, men um royndirnar eydnast væl – og tað roknar Landsverk við – verður helst bert saltað við laka í framtíðini. Aðrastaðni í Evropa og í USA, ið hava mundandi lægri vetrartemperaturar, enn vit hava, eru royndirnar góðar við saltlaka. Útlitini eru sostatt góð fyri, at hetta eisini fer at roynast væl í Føroyum. (landsverk)