RFF steindeytt

•    Alt gott um at Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt eitt átak saman við Guðrun & Guðrun, ið hava framleitt eitt nýtt snið av endurskinsvestum í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroya

•    Eisini fáa allir næmingar í 2. flokki ein hjálm útflýggjaðan í samstarvi við tey bæði tryggingarfeløgnini, Trygd og Tryggingarfelagið Føroya

•    Átak fyri 8. flokk

•    Arbeitt við nullhugsjónini

Tey átøk, sum verða framd av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, verða framd á heimasíðuni www.rff.fo , og tað er als ikki gott nokk.

Hósdagin 8. apríl hevði Ráðið fyri Ferðslutrygd ársfund á Hotel Føroyum. Eini 40 fólk vóru komin saman til fundin. Millum luttakararnar var Annika Olsen, landsstýriskvinna í ferðslutrygdarmálum.
Á heimasíðuni http://www.ferdslutrygd.fo  síggjast framløgur og fínir grafikkir, og gangi eg eisini út i frá, at mong skilagóð orð vóru framborin.

Eisini varð nomið við Ferðslutrygdarætlanina, og hvussu tað gongst við at fremja hana. Kári Thorsteinsson legði fram eitt yvirlit, ið vísti, at gongd var í stórum pørtum av tilmælunum. Yvirlitið varð stuðlað av framløgum frá onkrum av pørtunum, ið varða av ætlanini.

Tað er barasta ikki gott nokk… tað er úti í ferðsluni, vit skulu síggja átøkini, og ongantíð ov skjótt men TAÐ SKER EINKI, YVIRHØVUR EINKI. !!

Hvør strategi er løgd fyri miðvíst at røkka hvørjum einstøkum ferðandi
•    t.d. ferðslulæru inn á skúlarnar
•    Ferðslu-hugburði

Nú jólaborðhaldini byrja, hevði tað veri eyðsýnt at skelti vóru at síggja úti í ferðsluni. Skelti sum minna tey ferðandi á teir vandar, sum kunnu verða. Í okkara grannalondum hava tey skelti sum t.d. hava yvirskriftina STOP EN SPRITBILIST.

Í Føroyum EINKI, IKKI EITT EINASTA VISUELT ÁTAK, og tað hevur tað ikki verið í fleiri ár! Hesi visuellu tiltøkini eru ikki tey, sum lensa kassan – men hava eina stóra ávirkan!

Ikki er neyðugt at koma við fleiri uppskotum um tiltøk, tí bara við at skeita eitt sindur til grannalondini, so síggja vit eina ørgrynnu av tiltøkum. Her í Føroyum er ikki eitt einasta eitt!!

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur eina skrivstovu, sum er meira læst enn opin; hendan skrivstovan eigur sjálvandi at vera ein sera virkin og miðsavnandi depil fyri ferðslutrygd!

Eg meti, at Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum hevur eitt fólk í starvi, ikki er uppgávuna vaksið.

Tað mest skilagóða vil tí verða at fáa skil á stovnin aftur, so Ráðið fyri Ferðslutrygd aktivt kann liva upp til endamálið, sum millum annað sigur:

– at betra ferðsluvanarnar við upplýsing og fjølbroyttum fyritakssemi,
– at skipa fyri skeiðvirksemi og trygdarfremjandi verkætlanum
– at fáa regluligt fjølmiðlainnivist við ferðslutrygdarboðskapi ráðsins.

Ráðið fyri Ferðslutrygd kundi gjørt nógv fyri lítið

(be)

Scroll to Top