Í samband við at Landsverk hevur dagført ávikavist Leynatunnilin og Norðskálatunnilin. hava teir sett upp eina ávaringarskipan uttan fyri hesum tunlum. Ávaringarskipanin ávarar bilføraran, tá akfarið er ov høgt. Talan er um elektroniskar hæddarmátarar, sum máta hæddina á akførum, áðrenn tey koma til tunnilsmunnan. Er akfarið ov høgt, ávarar skipanin bilføraran við reyðum blunkljósum, men hon ger ikki bara tað. Hon steðgar eisini ov høgum akførum, tí ein bummur fer niður og boð verða send alarmsentralinum.
Tá ið koyrt verður við akfari, ið er hægri enn loyvt er, við ella uttan farmi, er hetta brot á ásetingar í ferðslulógini, sum kann vera til ampa ella vanda fyri ferðslutrygdina. Tí sær Politiið álvarsamt uppá slík brot. Avleiðingin er vanliga ein bót, men koyrir tú eisini framvið eini ávaringarskipan við reyðum blunkljósum, fært tú umframt bótina eisini eitt klipp í koyrikortið.
– Er koyringin til vanda ella ampa fyri aðra ferðslu, leggur Politiið – alt eftir umstøðunum – upp til treytaða ella treytaleysa frádøming av førararættinum, umframt ásettu bótupphæddina, sigur Kári Thorsteinsson, økisleiðari hjá Politinum í Norðurøkinum.