Rætt gearskifti kann spara milliardir

Fiat hevur kannað 50.000 bilførarar í fimm evropeiskum londum, og koyrieginleikarnar hjá teimum. Mátitól eru sett í bilar teirra, og nú granskarar hava hugt eftir tølunum, kunnu teir staðfesta, at bilarnir brúka 37 milliardir litrar av brennievni for nógv. Í útrokningini verður gingið út frá, at ein bilur heldur í sjey og eitt hálvt ár.

Júst hvussu tú skalt koyra, um tú ikki skalt brúka ov nógv brennievni, velst um bil og motor. Allar handbøkur, sum fylgja við bilum, skriva eitt sindur um optimalar koyri- og motoreginleikar. (Leif Láadal)

Scroll to Top