Nógvir føroyingar koyra ov skjótt

Heilir sjey av tíggju føroyskum bilførarum bróta ferðslulógina, tá teir seta seg í bilin og koyra út í ferðsluna. Ein gjøllig spurnarkanning millum føroyskar, danskar, norskar, svenskar og finskar bilførarar, vísir, at 72 prosent av føroysku bilførarum koyra minst 90 km/t, har loyvda hámarksferðin er 80 km/t. Her liggja føroyingar á einum heilt greiðum fyrsta plássi í mun til bilførarar í hinum fýra londunum. Til samanberingar heldur annar hvør norðmaður seg til hámarksferðina, 42 prosent í Svøríki, 40 prosent i Finlandi og 37 prosent í Danmark.

Í kanningini varð eisini spurt, hvussu skjótt bilførarar mettu, at man átti at kunna koyrt. Bert 36 prosent mettu, at hámarksferðin 80 km/t var hóskandi uttanfyri bygt øki. Hini hildu øll, at ferðmarkið átti at verið hægri. Les meira á wwww.rff.fo

 

Scroll to Top