Tann italienska bilsmiðjan Fenice Milano boðar frá, at tey hava fingið eina bílegging upp á ein serligan Abarth 500C av einum ónevndum kinesiskum handilsmanni. Bilurin eitur “La Dolce Vita Gold and Diamonds 200hp” og bíleggingin er á €500.000 (3,7 mio. kr.).
Upprunastøði er ein Abarth 500 kabriolett. Í lakkinum er partikkul av 24 karat gull blandað upp í, og eisini eru alufelgurnar lagdar við gulli.