Tað er ábyrgd førarans.

Mong av teimum børnum, sum doyggja í ferðsluni, høvdu verið á lívi, um tey sótu íbundin.
Meira enn helvtin av teimum børnum, sum koma til skaða, høvdu verið óskalað.

Tað er ábyrgd førarans, at ferðandi undir 15 ár eru fastspent við rættari útgerð. Børn undir 135 cm. skulu vera fastspent í góðkendari trygdarútgerð, hóskandi til hædd og vekt.

Tað kostar eitt klipp í koyrikortið, um ferðandi undidr 15 ár ikki er íspentur ella um børn undir 135 cm. ikki eru fastspent í góðkendum trygdarútbúnað, hóskandi til hædd og vekt. Børn undir 3 ár mugu als ikki vera í bili, um trygdarútgerð tillagað hædd og vekt barnsins, ikki er í bilinum.

 

TILRÁÐINGAR:

Frá nýføðingi til uml. 1 ár: PINKUSTÓLUR.

Frá uml. 1 ár til 3-4 ár: BARNASTÓLUR.

Eitt sindur størri børn: BILPÚTA, helst við ryggstuðli.

Tá barnið er 135-140 cm. til hæddar (uml. 8-9 ár), kann barnið aloftast nýta vanligu beltini í bilinum uttan bilpútu.

Vaksin. Tey vaksnu skulu sjálvsagt eisini spenna seg í beltini. Altíð.

( tilfar:RFF.)

Scroll to Top