Næstan fimti hvør bilførari ávirkaður

Útivið fimti hvør bilførari í Føroyum – umleið 18 prosent – siga seg seinastu 12 mánaðirnar hava koyrt bil, sjálvt um teir hava havt illgruna um, at ov nógv alkohol var í blóðinum. Hetta er sama tal sum í Danmark og Finnlandi, men munandi hægri enn í Noregi og Svøríki, har sjey prosent av bilførarunum siga seg hava gjørt tað.

Meðan norskar, svenskar og finskar kvinnur í nógv minni mun siga seg hava koyrt, sjálvt um tær høvdu illgruna um at vera skeivu megin promillumarkið, er hetta talið hægri í bæði Føroyum og Danmark, hóast munandi færri kvinnur enn menn siga seg hava sett seg í bilin í slíkari støðu.

Kvinnurnar halda í nógv størri mun enn menninir, at promillumarkið eigur at verða lækkað, og revsingin gerast harðari. Í Finnlandi halda helmingurin av bilførarum, at eitt sokallað alkolás eigur at sita í bilinum, meðan heili 75 prosent halda tað sama í Føroyum, Noregi og Svøríki.

– Tað er órógvandi, at so nógv siga seg hava koyrt bil, tá tey kunnu hava verið ávirkaði. Hinvegin gevur greiði skilnaðurin millum tølini frá Noregi og Svøríki, ið hava 0,2 promillu, og Danmark og Finnland, ið hava 0,5 promillu, enn eina greiða ábending um, at tað var rætt at seta promillumarkið niður á 0,2 á heysti 2009, sigur Sølvi Reinert Hansen, stjóri á RFF.

Stórur munur er eisini á hugburðinum til at koyra bil, tá ein er ov troyttur. Í Noregi, Svøríki og Finnlandi høvdu millum 55-60 prosent hildið seg frá at koyra bil, tá tey hildu seg vera ov troytt. Í Føroyum og Danmark var sama talið bert 35-40 prosent.

Vert er at leggja til merkis, at spurnakanningin varð gjørd á vári 2010, og hevði lægra 0,2 promillumarkið tí bert verið í gildi nakrar mánaðir, tá fólk vórðu spurd um teirra atburð í samband við koyring og rúsdrekka seinastu 12 mánaðirnar. Hetta kann hava ávirkað føroyska úrslitið. (rff)

Scroll to Top