Eftirfylgjandi er hendan lógin eisini sett í verk her í Føroym.
Skeiðið verður boðið út av sp/f KOYRILÆRARIN í samstarvi við Akstovuna, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av undirvísisingarætlanini.
Skeiðið er sett saman av 4 pørtum – undirvísignareindum, har hvør parturin er 2½ til longdar, býtt yvir 4 vikur, tilsamans 10 tímar.
Ráði fyri ferðslutrygd skrivar “Heili 18 prosent av føroyingum viðganga, at teir seinastu 12 mánaðirnar hava koyrt bil, sjálvt um teir møguliga hava verið ávirkaðir av rúsdrekka. Hetta vísir ein nýggj kanning um ferðsluatburð, sum meginfelagsskapurin hjá ferðslutrygdarráðunum í norðurlondum hava gjørt av bilførarum í Føroyum,”
Tað er lógarkrav at um ein tikin fyri rúsdrekkakoyring, skal ein taka eitt R/F skeið, áðrenn farið kann verða upp til nýggja koyriroynd.
Tilmelding kann fara fram á hesari heimasíðu ella við at ringja á tel. 73 74 75
(be)