Tá vanlukkan rakar – rakar tað ikki myndugleikarnar

 

Kreppu-ætlan væntar her á landi.

 

Eftir at hava tosað við nøkur ferðsluoffur og avvarðandi teirra er eyðsýnt, at har vantar ein gjøgnumførd KREPPU-ÆTLAN, ein ætlan sum er gjøgnumførd frá A til Z. Her vantar eitt trygdarnet, sum kann lofta hesum fólkum,ið  koma í álvarsliga sáliga kreppu.

Onkur hevur ongantíð fingið hetta tilboðið, og onnur hava ikki havt førleika at taka eina støðu sjálv.

Onkur, hevur vent sorgini til beiskleika móti rættarskipanini, tí at viðkomandi, sum varð dømdur, ikki fekk eina ikki nóg harða revsing.

Hetta vísir, at her vantar hjálp – ein stór sálarlig hjálp, sum kann vara upp í fleiri ár

Hendir eitt ferðsluóhapp ella álvarsamur skaði, sum krevur mannalív, ella onkur missir avvarðandi í  vanlukkuni, ella ein hevur verið beinleiðis vitni til eina vanlukku, er skipanin soleiðis, at løgreglan leitar upp tey, sum eru uppi í vanlukkuni.

Løgreglan skal taka støðu til, um hesi hava brúk fyri kreppuhjálp. Í løtuni er tað soleiðis, at hvør einstakur skal sjálvur taka støðu til, um viðkomandi vil hava hjálp. Ikki er neyðugt at siga, at í einari svárari støðu er torført, fyri ikki at siga ógjørligt at taka støðu her og nú; tað kann taka dagar, vikur, mánaðir ella ár.

Ynskir ein at fáa hjálp, skal viðkomandi gjøgnum sín egna lækna; eisini her verður lagt upp til, at viðkomandi sjálvur tekur støðu til, um viðkomandi metir seg hava tørv á tílíkari hjálp. Her vantar ein professjonellur stovnur/fólk, sum kann vegleiða hesi fólkini.

Fíggjarliga er hetta eisini ein rættiliga stór íløga fyri viðkomandi.
Prísurin fyri sálarhjálp er kr. 715,00 um tíman.
Um so er, at viðkomandi fær almenna hjálp, veitir almenna heilsutrygd kr. 286 fyri tíman! – Ein og hvør sær, at tað er ein fíggjarlig tung byrða oman á hina byrðuna.

Mín vón er, at almenni myndugleikin tekur hesa uppgávu í nógv størri álvara enn í dag og fer til verka beinanvegin. Set á stovn alt fyri eitt eina virkna skipan, sum bjóðar ØLLUM, SUM ERU FYRI ÁLVÁRSLIGARI VANNLUKKU MØGULEIKAN TIL KREPPUHJÁLP.

Tryggingarfelagið FØROYAR, sum eg havi tosað við, kann í ávísum førum veita hjálp til kreppuhjálp, um ein persónur er partur av ferðsluvanlukku ella beinleiðis vitni. Tryggingarfelagið vil tá gjalda eina rímiliga upphædd til viðgerð, sum verður mett í hvørjum einstøkum førum. (be)
 

Scroll to Top