Minnist til beltið á stuttum ferðum
Flestu samanstoytirnir henda undir ferðing við undir 50 km/t, har sum bilbelti ger størstan munin. Bilbelti kann hava avgerandi týdning fyri, um tú kemur óskalaður frá óhappinum, ella tú gerst álvarsliga skaddur. Minst tí til at spenna bilbelti, eisini um tú bert fert ein stuttan túr.
Ferðafólk uttan bilbelti eru vandamikil
Øll í bilinum skulu sita í bilbelti. Ferðafólk uttan bilbelti eru til vanda fyri hini í bilinum. Um eitt óhapp hendir, verða tey sift runt í bilinum við stórari megi og kunnu skaða bæði seg sjálvi og onnur.
Góð ráð um trygga koyring í bilbelti
- Sit ikki ov nær róðrinum.
- Sit so upprættur sum gjørligt.
- Nakkastuðulin skal innstillast, so yvirkanturin er ájavnur tí ovasta partinum av høvdinum. Tað skulu vera einir tveir centimetrar millum nakkan og høvuðsstuðulin.
- Um tú sært í bakspegilinum, at tú ert um at verða árendur aftanifrá, trýst so høvdi aftur móti nakkastuðlinum og hygg beint frameftir.
- Lat ikki leyst viðføri liggja inni í bilinum. (rff)