Strika “vanlig víkiskyldu” úr ferðslulógini.

Kanning:
83 prosent av dønum, sum hava koyrikort, hava skil fyri høgra víkiskyldu
Annar hvør dani uttan koyrikort (53 prosent) svarar skeivt ella “Veit ikki”, tá ið tey skulu greiða frá høgravíkiskyldu
Kanningin fevnir um 1009 danskarar í aldrinum 18-64 ár.
Í Føroyum eru eingin tílík hagtøl, og havi eg tí nýtt donsk hagtøl, men eg vænti, at tølini kunnu samanberast við føroysk viðurskifti.

Eisini er ein víkiskylda sum ikki er navngivin men sum klippikort.fo kallar fyri “vanlig víkiskylda” (eisini kalla skerpa víkiskylda)

Vanlig víkiskylda: tá ið farið verður frá vegi við lítlari ferðslu inn á ella tvørtur um veg, sum eyðsæð er meira týðandi, skal hann, sum kemur frá tí minna vegnum, í góðari tíð minka um ferðina og í hóskandi mun sleppa ferðsluni á tí størra vegnum framum.

Eg heiti tí á landsins myndugleikar um at taka burtur høgra víkiskyldu og í staðin gera treytaleysa víkiskyldu á staðnum og harafturat at strika so kallaðu vanliga víkiskyldu úr ferðslulógini.

Spurningur er, nær er ein vegur meira týðandi? – tað er ein spurningur um, hvat hvør einstakur heldur, og hann eigur sostatt ikki at fyrikoma í ferðsluni. (be)

Scroll to Top