Sniðgevingar av vegum og vegumhvørvinum, skulu vera leiðandi. Tað merkir, at sjálvur vegabygnaðurin skal vísa teimum ferðandi, hvør atburður í ferðsluni er tann rætti.
Vegabygnaðurin skal eisini verða fyrigevandi. Kanningar vísa, at stórur partur av øllum óhappum skyldast menninskjanligum mistøkum. Hesi óhapp eru ring at fáa heilt burtur, men avleiðingarnar av óhappunum kunnu minkast, um vegurin er bygdur soleiðis, at tey ferðandi ikki doyggja ella fáa álvarligt mein í einum ferðsluóhappi.
Landsverk var við at orða fyrstu ferðslutrygdarætlanina fyri Føroyar, ið fevnir um fleiri ítøkilig tiltøk, sum kunnu gera tað tryggari í ferðsluni. (landsverk.fo)