Verið sædd – nýtið endurskin!

Við at vera í endurskini minkar tú vandan at verða ákoyrd/ur við einum 85%. Tí við endurskini gerst tú sjónligari í myrkri, sum økir munandi um trygdina, tí bilførarin fær stundir at bremsa.

Kortini eru ov fá, sum nýta lítla lívbjargaran. Norðurlendska hugburðskanningin, sum Føroyar luttóku í á vári í 2010 vísti, at bert 40% søgdu seg altíð nýta endurskini í myrkri, meðan 49% søgdu seg nýta endurskin av og á. Av teimum, sum søgdu seg altíð nýta endurskin, brúktu kvinnur í heldur størri mun endurskin: 49% vóru kvinnur og 32% menn.

Nýtsla av endurskini

Endurskin eiga at vera í knæhædd, fyri at móttaka mest møguligt ljós frá billyktum, og endurskin í rørslu eru mest sjónlig. Nýtir tú tvey endurskin, sæst tú frá báðum síðum, tá tú fert yvirum vegin – men eitt er sjálvandi betri enn einki.

Scroll to Top