Eitt guðs undur at øll trý komu frá ferðsluóhappinum við lívinum.
Leygarnáttina var Sámal Fríðriksson Bláhamar, sum stutt frammanundan hevði ognað sær koyrikortið, saman við tveimum vinfólkum ein biltúr á Strondum. Ein biltúrur sum ikki endaði, sum tey ætlaðu.
Kalt varð í veðrinum og kavi á vegnum. Eftir at hava koyrt ein túr inni í bygdini, koyrdi Sámal oman á havnarlagið, í myrkrinum varnaðist hann ikki, fyrr enn ov seint var, at havnarlagið var glerstoytt. Sámal snara til vinstri men bilurin glíður beint fram, av tí sama bremsar hann bilinum, hetta førdi við sær, at bilurin gleið á sjógv.
Øll trý sluppu úr bilinum tá hann kom á sjógv við at fara út gjøgnum bakhurðina sum tann eina unga gentan megnaði at lata upp, meðan bilurin fór á sjógv.
Øll vóru koyrd á Landssjúkrahúsinum og eru útskriva aftur.
Fríðrikur Bláhamar sum er pápi at unga bilføraranum sigur at tað var eitt guðs undur at øll trý komu frá ferðsluóhappinum við lívinum.
Fríðrikur sigur víðari “Eg vil eisini framhaldandi stríðast fyri at vit fáa eina hálkubreyt “koyritekniskt anlegg í Føroyum”, tað líkist ongum at blaðungir bilførarar verða sendir út á alfara veg á hávetri, uttan nakrantíð at hava roynt nakað sum eitur hálkukoyring. Eg eigi 2 ungar dreingir, sum báðir hava fingið koyrikort uttan at hava nakrar sum helst royndir í hálkukoyring, og umhugsi eg “ella síggi eg meg noyddan” at senda báðar dreingirnar til okkurt av okkara grannalondum at fáa seg royndar í hálkukoyring undir tryggum umstøðum.
Tað skal verða mín vón at okkurt skilagott kemur burturúr okkara landsins leiðandi fólkum.
Tað kann ikki verða satt at tað skal blíva við at verða meira álvarsligt enn tað vit upplivdu í vikuskiftinum, áðrenn nakað hendir! Tey ungu eru framtíð okkara”. (be)