Landsstýrismaðurin sigur, at tað hevur leingi verið eitt ynski frá koyrilærarum, politikarum, Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Reyðakrossi, at fyrstahjálp verður ein partur av frálæruni í sambandi við koyrikort.
Talan er ikki um eitt vanligt fyrstuhjálparskeið, men um eitt serligt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni, sigur Kári P. Højgaard.
Endamálið er at geva teimum, sum taka koyrikort, vitan, dugnaskap og hugburð, sum ger tey før fyri at veita fyrstuhjálp í ferðsluvanlukkum.
– Frálæran skal leggja dent á, hvussu ein eigur at bera seg at á einum skaðastaði, og dømi, sum verða brúkt á skeiðum, skulu vera bygd á vanlig sløg av vanlukkum og skaðum.
– Av tí at skeiðið í fyrstuhjálp beinleiðis knýtir seg at koyrikortinum, skal skeiðið ikki verða tikið ov langa tíð, áðrenn farið verður undir at taka koyrikort fyri at fáa sum mest burturúr.
– Tað er tí ikki heppið at leggja skeiðið saman við undirvísing í fólkaskúlanum, sigur hann.
Kári P. Højgaard staðfestir, at 67% av teimum, sum láta lív í ferðsluvanlukkum, doyggja á vanlukkustaðnum.
– Tann hjálp, sum fólk á staðnum veita, kann tí beinleiðis bjarga mannalívum og bøta um tær avleiðingar, ið annars kunnu standast av tí skaða, fólk hava fingið.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at í Danmark kostar eitt slíkt skeið 750 krónur, men tað heldur hann, er ein góð íløga.
portal.fo
Áki Bertholdsen