Trý fólk doyðu á føroysku vegunum 2012. Tað eru trý ov mong – tað kunnu vit hvørki sum menniskju ella samfelag góðtaka. Við tað at hagtølini fyri Føroyar eru smá, sveiggja tey nakað, men sum tey hava ligið seinastu 5 árini, hava tey verið lækkandi á sama stigi sum onnur norðurlond. Tó skulu vit bara aftur til 2007, tá heili 7 fólk doyðu
Talið á ferðsluóhappum fráboðað politinum hevur verið støðugt lækkandi seinastu árini. Í 2012 vórðu 642 fráboðanir móti 715 árið fyri.
Fyri rúsdrekkakoyring og vantandi nýtslu av trygdarbelti eru færri mál, meðan tá tað kemur til at koyra ávirkað av rúsevnum og heilivági kann staðfestast ein øking. Eisini er talið á ferðsyndarum munandi hækkað – nærum 1000 fólk vórðu tikin fyri at bróta hámarksferðina í farna ári. Hagtølini hjá politinum vísa, sum heild, at færri ferðsluóhapp verða fráboðað. Eitt fall sæst bæði fyri vantandi nýtslu av trygdarbeltum og rúsdrekkakoyring. Men tá tað kemur til at koyra ov skjótt, sæst, at talið á ferðsyndarum er hækkað, eins og fleiri vórðu tikin fyri at brúka fartelefon, meðan tey koyra bil. Hesi tøl vísa ikki eina eftirfarandi mynd av atferðini hjá føroyingum í ferðsluni, tí tey eru eisini ávirkað av, hvar politiið legði sína arbeiðsorku í ferðsluni.
ferdslutrygd.fo