Góð ráð í vetrarferðsluni

Góð ráð í vetrarferðsluni

Her eru nøkur góð ráð til allar bilførarar í vetrarferðsluni

-Nýt røttu dekkini
-Far heimanífrá í góðari tíð
-Kanna koyrilíkindini á landsverk.fo ella umvegis wap-tænastuna www.lv.fo/m/
-Minst til fartelefonina og syrg fyri, at hon er lødd
-Hav altíð eitt teppi við í bilinum. Verður bilurin fastur í kavanum, er gott at halda seg heitan, til hjálpin er á staðnum
-Skava kava og ís av bilrútum, speglum og lyktum, áðrenn farið verður avstað
-Koyr altíð varliga og eftir umstøðunum
-Halt frástøðu til bilar frammanfyri. Bremsulongdin er longri í hálku
-Bremsa ikki knappliga
-Um neyðugt er at steðga, so tendra ávaringarljósini fyri at ávara onnur um, at bilurin stendur stillur
-Minst til at vísa av í góðari tíð, so bilurin aftan fyri kann taka hædd fyri hesum
-Ansa eftir ikki at tarna teimum, sum salta og grava kava
-Halt passandi frástøðu til gravimaskinur. Kavaskíggj kunnu taka sýnið eina løtu.

kelda: landsverk.fo

Scroll to Top