Skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni

Tey sum á fyrsta sinni ogna sær eitt koyrikort, skulu hava framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni.

Sama ger seg galdandi fyri persónar, sum søkja um útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkarnar B og D og útgávu og endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning.

Fyrstahjálparskeiðið í ferðsluni skal vera fyriskipað av lærara, ið er góðkendur av Dansk Førstehjælpsråd og fevnir um frálæru í 8 tímar, nevniliga 4 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni. Tá skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni er framt, skrivar lærarin eitt skeiðsprógv á góðkent oyðublað frá Dansk Førstehjælpsråd. Akstovan skal hava upprunaoyðublaðið, sum í mesta lagi má vera eitt ára gamalt, tá
umsókn um koyrikort verður latin Akstovuni.

Scroll to Top