Koyr við automatgiri

Lær at koyra bil við automatgiri

Fleiri og fleiri velja at koyra bil við automatgiri, og tað er vorðið alt vanligari at taka koyrikort til slíkar bilar – tí flestir nýggir bilar í dag eru útgjørdir við automatgiri.

Tey, sum hava trupult við at brúka kopling og gir, hava nú nógv størri møguleika at klára koyriroyndina. Hetta er eisini ein góð loysn fyri tey, sum halda, at ferðslan kann vera fløkjalig og stressandi.

Tá tú koyrir við automatgiri, sleppur tú undan at hugsa um gir og kopling, og kanst heldur hugsavna teg um sjálva ferðsluna. Tað ger tað nógv lættari at halda skil og koyra trygt – og tú fært tann friðin, sum ofta skal til, tá tú lærir at koyra.

Tú lærir alt tað sama – bara við automatgiri.
Tú fært somu frálæru í ástøði (teori) sum allir aðrir næmingar. Einasti munurin er, at tú koyrir verkligu venjingina í bili við automatgiri.

Skalt tú seinni koyra við handgir (manuelgir)? Tað ber til! 
Minst til: Um tú tekur koyrikort til automatgir, kanst tú bert koyra bilar við automatgiri.

Men um tú seinni fært hug at koyra bil við handgir, skalt tú bara upp til eina nýggja verkliga koyriroynd – tú skalt ikki upp til eina nýggja teoriroynd.

Ein trygg byrjan – og góðir møguleikar framyvir
Vit bjóða tær ein lættan og tryggan hátt at læra at koyra. Og tá tú hevur fingið royndir og kennir teg tryggari, kanst tú altíð «saðla um» og taka koyrikort til handgir eisini.

Tú kanst byrja uppá koyrikortið 3 mánaðir áðrenn tú fyllur 18 ár. ————————————————————– Tilmelding:

Fleiri dato funnin. Vinarliga vel eitt.
Fleiri dato funnin. Vinarliga vel eitt.
Einki skeið funnið
Fleiri dato funnin. Vinarliga vel eitt.
Fleiri dato funnin. Vinarliga vel eitt.
Scroll to Top