Fyrstuhjálparskeið

undirvísara

Fyrstuhjálparskeið í ferðsluni

Góðkent til koyrikort til bil, vinnuligan fólkaflutning, traktor, prutl og til endurnýggjan av átekning til hýruvogn.

Fyrstuhjálparskeiðið í ferðsluni er eitt 8-tíma skeið, sum umfatar 4 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni. Undirvísingin verður hildin av einum góðkendum undirvísara, sum hevur fingið góðkenning frá Dansk Førstehjælpsråd og Akstovuni.

Á skeiðnum fert tú at læra:

  • Hvussu tú skalt bera teg at, um eitt óhapp hendir í ferðsluni
  • At veita lívbjargandi fyrstu hjálp
  • Hvussu tú handfer skaðar og meiðsl
  • Hvussu tú kanst fyribyrgja vanlukkum og tryggja, at onnur ikki verða skadd

Við loknan skeið fært tú eitt góðkent skeiðsprógv, sum kann nýtast til koyrikort og til at endurnýggja átekningina til hýruvogn.

Kostnaður: 600 kr.

Tilmelding fer fram her á síðuni.

 
 
Scroll to Top