Er persónurin frádømdur koyrirættin treytaleyst, kann viðkomandi tá ið frádømingartíðin er umliðin, fáa rættindini aftur, um viðkomandi stendur eina eftiransandi koyriroynd. Viðkomandi skal upp bæði til eina ástøðis og verkliga roynd. Ein kann fara upp til ástøðisroynd 3 mánaðir áðrenn og til verkliga roynd 1 mánað áðrenn frádømingartíðin er úti.
Hevur koyrirætturin verið frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, skal viðkomandi eftir 1. janurar 2007, áðrenn endurtøka kann fara fram, hava fingð koyrifrálæru av nýggjum, A/F – skeið (alkahol- og ferðsluskeið) og hava staðið eina eftiransandi koyriroynd.
Eru meira enn 3 ár liðin síðan koyrirætturin varð frádømdur, skal umsøkjarin koma við einari læknaváttan, sum ikki er eldri enn 3 mánaðir.
Hevði umsøkjarin koyrkort til fleiri koyrikortsbólkar, skal hann til koyriroynd (ástøðis og verkliga roynd) í øllum bólkum, um endurtøka ynskist í øllum bólkum.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:
- Umsókn har umsøkjarin váttar á umsókina.
- Væltroffin passmynd. (hattleys)
- Dóps- ella navnabræv.
- Gjalda kr: 550.
- Læknaváttan. (ikki eldri enn 3 mðr.)
Tú kanst gera royndir her: http://teoriroynd.fo/