Bólkur C (lastbilur) gevur rætt til at koyra:
Lastbil, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 3.500 kg.
Vognrað, sett saman av einum lastbili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg. Motorriknan bulvogn.
Koyrikort til bólk C kann verða latið persóni, íð hevur fylt 18 ár
Koyrikort til bólk C kann bert verða latið førarum, íð hava tikið koyrikort til bólk B. Koyrikort til bólk C verður útgivið við gildi til førarin hevur fylt 50 ár og kann hereftir endurnýggjast 5. hvørt ár við eini læknaváttan.
Umsøkjarin skal bæði til eina ástøðis og verkliga roynd.
Umsøkjarin skal lata fylgjandi skjøl inn til Akstovuna:
Umsókn um koyrikort.
Væltroffin passmynd. (hattleys)
Dóps- ella navnabræv.
Læknaváttan. ( ikki eldri enn 3 mánaðir)
Gjalda kr: 650.