Í einum tíðarskeiði innan ein tíma eydnaðist tað í gjár einum manni í Danmark at verða tikin fyri rúsdrekkakoyring tvær reisir í sama bili. Fyrstu ferð tann 38 ára tvífaldi rúsdrekka bilisturin varð steðgaður, var um 13.20-tíðina. Aftaná avhoyring og at blóðroynd var tikin, var maðurin leyslatin og eftir øllum at døma gekk leiðin beinleiðis til bilin, tí stutta tíð eftir kl. 14, varnaðist løgreglan viðkomandi aftur á ferð í bilinum og varð hann aftur steðgaður. Nýggj avhoyring, blóðroynd og leyslating, men tó eingin nýggjur koyritúrur