Lítil flúgvari dottin niður á motorveg

Ólukkan hendi nær býnum Taupo. Teir báðir umborð vóru bjargaðir úr tí brennandi vrakinum, hevur eitt vitnið fortalt til AP. Fólk í umráðunum køldi teir av niðuri í einari tjørn í námind. – Tjørnin er einans tíggju metrar frá staðnum har flúgvarin stoytti seg niður, og teir vóru køldir niður fyri brunaskaða til sjúkrabilar komu á staði, sigur vitni Alex Scott til newzeland útvarp. Flúgvarin skal hava rakt ein motorveg áðrenn tað streyk út av breytini og brast inn í ein bústaðareigindóm. Tað er ógreitt um nakar nærhendis hevur fingið skaða. Teir skaddu vóru við tyrlu fluttir á sjúkrahús í Taupo. Atvoldin til stoytin skal vera, at flúgvarin rakti við nakrar leidningar nær vegin. Eftirkanningar verða nú gjørdar, fyri at finna út av hvat fyri eitt flogfar tað var, tí at eldurin sum stóðst av stoytinum oyðileggi flogfari fullkomiliga. Ein tjúkkur, svartur og møguliga eitrandi roykur hevjaði seg leingi eftir ólukkuna.

Scroll to Top