Betri diesel og bíligari bensin í framtíðini

Donsk granskan koma við fleiri boðum um eitt sunnari umhvørvi og eina betri koyrimegi meðan amerikanarnir presentera umhvørvis vinarlig prutl. Granskarar frá Danmarks Tekniske Universitet (DTU) hava uppfunnið eina brinttablett, sum á ein umhvørvis hátt kann brúkast í staðin fyri bensinið. Meðan oljuprísirnir hava verði himmal høgir almannakunngera granskarar eina uppfinning, sum loysa ein av teimum stóru trupulleikunum fyri menningina av brint-rikna samfelagnum. Ein tablett, sum sambært granskarar er tann fyrsti praktiski háttur til at goyma brintorku á, varð í september avdúka av einum bólki granskarum frá DTU . Tað var í einari ráðstevnu í Chicago í USA, aftaná at DUT-granskarnir hvødu dult uppfinningina sum eitt loyndarmál í eitt hálvt ár, meðan einkarætt-skrivstovan viðgjørdi teirra umsókn, skrivar Jyllands-Posten. Tey seinastu 20 árini hava granskararnir um alla heimin roynt at finna ein hátt at lagra brint. Vit hava funnið háttin, sigur kemiprofessari Claus Hviid Christensen, DTU Við okkara brinttablett kann orkan til 500 km koyring í einum bili vera í einum vanligum 50 liturs tanka, sigur Claus Hviid Christensen sambært Ekstra Bladet.

Scroll to Top