Upplýsti falskt navn

Ein bilførari, sum um vikuskiftað var tikin fyri at koyra við kenning , royndi at snýta løgregluna við at upplýsa falskt navn Umframt at verða tikin fyri at koyra við kenning, hevði bilførarin einki koyrikort. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tað er eitt álvarsligt lógarbrot at upplýsa falskt navn fyri løgregluni, tí tað kann hava við sær, at ein ósekur verður dømdur fyri nakað, ið viðkomandi ikki hevur gjørt. Maðurin, sum upplýsti falskt navn, verður tískil væntandi ákærdur fyri brot á revsilógina. [olivant.fo]

Scroll to Top