Hvat er hægsta mark fyri ferð ?

Er tú í yva hvat í ferðslulógin sigur um hægsta mark fyri ferð er, so les her: Hægsta mark fyri ferð: • Í fjølbygdum øki: 50 km/t • Uttanfyri fjølbygt øki: 80 km/t Mest loyvda ferð hjá ymsum akfarssløgum: • Bussur og motorvognur, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg og liðbussar: 70 km/t • Motorvognur, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg, við skrásetingarskyldugum viðfestum akfari: 70 km/t Í fjølbygdum øki má ferðin ikki fara upp um 50 km/t, sjálvt um ein hægri staðbundin hámarksferð er ásett. • Motorvognur, hvørs loyvda totalvekt ikki er yvir 3.500 kg, við viðfestivogni, leguvogni ella skrásetingarskyldugt viðfest amboð, heruppií húsvognar: 70 km/t • Motorvognur við øðrum viðfestum amboði, traktor og motoramboð: 30 km/t • Motorakfar ella vognrað, sum hevur eitt ella fleiri hjólpør við massivari hjólklæðing: 15 km/t Um koyrt verður meira enn 30 km/t skjótari enn vanligu (generellu) fermørkini, verður treytað frádøming av koyrirættinum. Sama er galdandi fyri omanfyri nevndu ferðmørk fyri nevndu akfarssløg á 70 km/t. Á vegastrekki, har ásett er eitt lægri hægstamark fyri ferð, verður treytað frádøming av koyrirættinum, um koyrt verður skjótari enn 20 km/t yvir ferðmarkið. Um koyrt verður meira enn 50 km/t skjótari enn vanligu (generellu) ferðmørkini við vanligum bili, verður treytaleys frádøming av koyrirættinum. Fyri akfarsslag, ið hava ásett eitt lægri ferðmark, verður koyrikortið frádømt treytaleyst, um koyrt verður meira enn 40 km/t skjótari enn ferðmarkið. Á vegastrekki, har ásett er eitt lægri hægstamark fyri ferð, verður treytaleys frádøming av koyrirættinum, um koyrt verður skjótari enn 40 km/t yvir ferðmarkið. Um herðandi viðurskifti gera seg galdandi við teimum omanfyri nevndu brotum á ferðmørkunum, verður treytaleys frádøming av koyrirætinum.

Scroll to Top