Tað kann verða hættisligt at seta bílig vetrardekk undir bil. Bremsilongdin verður upp til 18 metrar longri við 100 km/t., um ein velur bílig discountdekk fram um góðskumerki . Tað er tað týska ADAC sum svarar til FDM, sum hava kanna bremilongdina á ymiskum vetrardekkum, kanningin vísti at ein bilur við 100 km/t. sum koyrdi við vetrardekkum frá Continetal WinterContact steðgaði eftir 52 m., í móti einum tilsvarandi bili við somu ferð men við dekkum frá Nankang steðgaði eftir heili 69,8 m. Ein bilur við Nankang-dekkum koyrir framhaldandi 50 km/t., tá bilurin við dekkum frá Continental stendur stillur. Ein ferð, sum er meira enn ríkilig til at taka lív. Prísmunurin millum baði merkini og møguleikin millum lív og deyða er uml. 500 kr. pr. stk. Sambært einari uppteljing frá Rådet for Større Færdselssikkerhed koyra 58 prosent av dønum við vetrardekkum. (Nordjyske Stiftstidende NordjyskeBiler, Christian Schacht)