Ein vágbingur meldaði ein stolnan bil til løgregluna sunnunáttina. Vit fóru avstað við tveimum løgreglubilum beinanvegin og byrgdu soleiðis uppfyri, at menninir í ringasta føri gjørdu feigdina um seg í bygdum øki, sigur Jaspur Vang, løgreglumaður Sunnunáttina fekk løgreglan á Tvøroyri fráboðan um, at ein bilur var stolin í Vági. Tað var ein maður, sum undraði seg yvir, at bilurin hjá grannanum var burtur hesa tíðina av samdøgninum. Jaspur Vang, løgreglumaður, fegnast um, at grannin handlaði so skjótt og boðaði løgregluni frá. – Soleiðis kundi ein ábyrgdarfullur maður vera við til at byrgja uppfyri, at ungir menn í stolnum bili komu inn í bygt øki og í ringasta føri gjørdu feigdina um seg. Jaspur Vang sigur, at løgreglan á Tvøroyri fór avstað beinanvegin í tveimum bilum. – Vit mettu, at hetta vóru ungir menn í Vági, sum ætlaðu sær norður á Tvøroyri í dans. Og tað varð rætt mett, sigur hann. Menninir í stolna bilinum snýttu tann fyrra løgreglubilin og koyrdu framvið honum, hóast løgreglan gav tekin um at steðga. – Vit møttu bilinum á lutfalsliga breiðum vegi, so hann smeyg sær fram við okkum. Men, sigur Jaspur: – Tá ið menninir í stjolna bilinum møttu næsta løgreglubilinum, gekst ikki so væl hjá teimum, tí nú sluppu teir ikki fram við. Hann sigur, at løgreglan royndi at sperra vegin av, tí teir stúrdu fyri, at menninir í stolna bilinum kundu vera ávirkaðir av rúsdrekka. Jaspur sigur, at endin av hesum var, at menninir í stolna bilinum stoyttu spakuliga móti høgra bakskermi á løgreglubilinum og endaðu í veitini. – Men tá høvdu teir longu tikið ferðina av bilinum, so materielli skaðin var lutfalsliga lítil, og eingin persónskaði stóðst av hesum. Jaspur Vang fegnast um, at maðurin, sum fekk illgruna um stolna bilin, boðaði løgregluni frá so skjótt. – Hvør veit, um hetta í ringasta føri ikki kundi endað við onkrum verri, um menninir komu inn í bygt øki, sigur hann. Illgruni er um rúsdrekkakoyring, og tí er blóðroynd tikin av monnunum, eins og báðir verða skuldsettir fyri brúksstuldur. (portalurin)