Ov nógv klára tað ikki fyrstu ferð. Tað er einki at ivast í, hagtølini hjá hvørjum einstøkum koyrilærara eiga at liggja alment frammi, so at tey ið ætla sær eitt koyrikort, kunnu velja sær ein koyrilærara út frá hagtølunum. Sum nú er, tykist tað sum um, at tað er prísurin mong ganga eftir, men tey hugsa ikki yvir, at tað mangan kann blíva mikið kostnaðarmikið tá alt kemur til alt. Av tí at tey ikki klára royndirnar, er tað meirkostnaður til Akstovuna og meira eyka tímar hjá koyrilæraranum. Eisini eigur tað at vera álagt t.d. Akstovuni at útvega Smiley til teir í hava góð hagtøl at vísa á! Í Keypmannahavn vísa hagtølini sum Kontant hevur fingið atgongd til, at heili 84 prosent ikki klára royndirnar og í Aalborg vísa hagtøl frá løgregluni at teir flestu koyriskúlarnir hava eitt dumpuprosent millum 20 – 40 prosent. // Skriva: B.E