Sprittsimulatorurin sjálvur er inni í einum vøruvogni, og tá ið tú setur teg inn í hann, er tað sum at seta seg í ein vanligan bil. Har er róður, spitari, bremsa o.s.fr. Forrúturin er ein telduskíggi, og tá ið tú trýstir á spitaran og koyrir avstað, er tað næstan sum veruliga at koyra. Talan er um eitt telduforrit, sum simulerar vanliga koyring. Fyrst er vanlig koyring á skránni, har tú kemur út fyri ymiskum ferðslutrupulleikum, sum tú skalt loysa við at venda, bremsa, spita o.s.fr. Telduforritið gevur møguleika til at simulera, at tú t. d. hevur 1,0 promillu av alkoholi í blóðinum. Tað merkir m.a., at sjónarøkið er smalkað, róðrið verður ótrygt og koyringin sleingjandi. Og nú fært tú tá annað síggja. Ein telduskíggi er uttan fyri bilin, so tað ber til hjá øðrum at fylgja við koyring tínari. Áðrenn farið verður í gongd við sprittsimulatorinum, verður felagstími fyri øllum skúlanum við fyrilestri og filmi. Skráin sum eftir er: ———————— Sjómansskúlin í Havn mik 08-mar Fiskivinniskúlin í Vestmanna hós 09-mar Handilsskúlin í Marknagili mán 13-mar Ferðslutrygd skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Rådet for Større Færdselssikkerhed í Danmark og GODA- Gode Alkoholdninger, sum er felagsskapur settur á stovn av felagsskapinum fyri Foreningen af Danske Spiritusfabrikanter, V.S.O.D. – Vin og Spiritus Organisationen í Danmark og Bryggeriforeningen. Atlantic Airways, Smyril Line, Føroya Lívstrygging og Hotel Tórshavn stuðla tiltakinum. Fyrilestrarnir eru fyriskipaðir í samstarvi við Rúsdrekkasølu Landsins. (be)